Lurta

Um webReader 
frá ReadSpeaker

HH-Support 

Distribution Partner

webReader er nýggja útgávan av upplestur av heimasíðum frá svensku fyritøkuni ReadSpeaker.

Nógvar betringar og nýggjar funkur eru innbygdar í hesi útgávuni.

virkanir:

  • les allan tekstin við at klikkja á taliknappinum
  • markera part av tekstinum og fá hann upplisnan
  • upplesturin fylgir litmerkta tekstinum
  • størri tekstur kann eisini vísast

Demo av tykkara síðu:

biðið um eina demo av tykkara egnu heimasíðu her.

So fáa tit eitt leinki sendandi, har tit kunnu síggja, hvussu webReader riggar á tykkara síðu.

 

 

betringar:

  • umset málið á heimasíðuni til annað mál við upplestri
  • markera orð og fá týdningin av orðinum í orðabók
  • betri stýring av forstørraða tekstinum
  • kann eisini lesa upp bert við at halda músini yvir tekstinum

føroyska málið finst tíverri enn ikki í Google Translate, men arbeitt verður í fleiri bólkum um at fáa hetta í lag.

Tá føroyska málið finst á Google Translate, verður møguligt hjá øllum útlendingum at lesa allar føroysku heimasíðurnar, ið hava webReader!